fríggjadagur, 11. september 2015
Fiskaaling hevur keypt útróðrarbátin Norðhavið at nýta til ymsar uppgávur hjá stovninum. Norðhavið loysir gamla bátin hjá felagnum, Írland, av.
Írland varð onkuntíð í spølni nevnt heimsins minsta havrannsóknarskip. Og kanska var nakað um tað. Ìrland er ein 26 fót glastrevjabátur. Norðhavið er væl størri og betri egnað far, enn Írland var. Norðhavið er merkt 11. bt. og er smíðað úr stáli.
Uppgávurnar, Norðhavið fer at røkja, eru so ymiskar. Tað kunnu vera túrar við granskarum, sum hava einahvørja verkætlan fyri, har neyðugt er við uppmátingum, royndartøkum og hvørjum tað skal vera.
Eisini hava alifyritøkur brúk fyri ymsum tænastum, sum bátarnir hjá Fiskaaling hava verið førir fyri at gjørt.
Nú Fiskaaling hevur fingið hendan størra bátin, eru umstøðurnar til at gera ymsar royndir umborð eisini batnaðar munandi. Tað er betri pláss, arbeiðsligari og liviligari hjá fólki umborð yvirhøvur.
Myndin sýnir báðar bátarnar við bryggju í Hvalvík fyrr í ár.