fríggjadagur, 4. mars 2016
Tað var smoltstøðin á Hellunum, sum hevði besta úrslitið av aldum smolti í fjør.
Besta sjógvalistøðin var Hvannasund suður A-21.
Av moltstøðunum var Fútaklettur næstbest, og nummar trý í røðini var støðin á Viðareiði.
Sjógvalararnir vóru so mikið tættir í oddinum, at gjørt varð av at nevna fýra tær bestu støðirnar. Nummar tvey var grannin hjá vinnaranum, nevniliga Hvannasund suður A-11. Nummar trý var Fossá, og nummar fýra var Árnafjørður.
Fyri smoltstøðinaá Hellunum tók Elibert Kerá móti heiðursbrævi, og Jón Purkhús tók ímóti fyri alistøðina í Hvannasundi.