fríggjadagur, 31. oktober 2014
Ætlanir eru um at byggja eina nýggja smoltstøð í Suðuroy. Smoltstøðin á Norðtoftum er víðkað munandi, og arbeitt verður við at víðka støðina inni á Dølum á Viðareiði.
Bakkafrost boðaði fyrr í ár frá, at íløguætlanin verður økt við 370 milliónum krónum, sum brúktar verða til at økja um smoltframleiðsluna. Ætlanin er ikki at økja um talið á smolti, men at økja um vektina á smoltinum, sum sett verður út.
Arbeitt hevur verið eina tíð við ætlanini um at seta størri smolt á sjógv, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost. Tað er í hesum sambandi, at arbeitt verður við at útbyggja smoltstøðirnar. Vektin á útsetta smoltinum verður økt frá teimum 100 – 120 grammunum, hon er í dag, upp á 300 gram.
Fyrimunirnir verða fleiri, sigur Regin Jacobsen. Smoltið verður betri fyri við útsetingini, og tíðin í sjónum verður væntandi stytt við trimum mánaðum. Tað skal so síggjast aftur í betri heilsustøðu, minni lús og øðrum fyrimunum.
Umframt at lata smolt til sínar egnu alistøðir, letur Bakkafrost eisini smolt til støðirnar hjá Faroe Farming í Suðuroy.
Arbeitt verður við at byggja eina smoltstøð í Suðuroy. Hugt er at ymsum møguleikum, men enn er eingin endalig avgerð tikin um, hvar í Suðuroy ein nýggj smoltstøð verður bygd, sigur Regin Jacobsen.