Jónvá Hentze lesur mýlavísind á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur arbeitt við Bachelorverkætlan á deildini Biotøkni hjá Fiskaaling síðani 1. mars, og verður liðug 1. juni.
Í bachelorverkætlanini hevur Jónvá Hentze kannað mikroalgur, har munir millum keyptar kulturar av ávísum algum og føroysk sjógvsýni verða kannað. Umframt at kanna nakrar útvaldar algur, sum ávirka alifiskin neiliga, verður eitt toksingen eisini kannað. Hetta arbeiði er gjørt á Biotøknideildini, har Fiskaaling fremur eina røð av verkætlanum, sum hava at gera við varandi aling. Verkætlanararbeiðið hjá Jónvá hevur verið knýtt at stóru verkætlanini “Monitoring of harmful algae,” sum Ása Jacobsen, granskari og PhD, hevur ábyrgd fyri.
Fiskaaling ger vikuligar mikroalgukanningar á føroyskum alifirðum.
«Hesin síðsti parturin av útbúgvingini, har eg havi arbeitt við bachelorverkætlanini, hevur verið sera gevandi. Eg havi merkt, hvussu tað veruliga arbeiðslívið er í mun til skúlan, bæði við at eg sjálv eri sloppin at royna nógv ymiskt, men eisini við at síggja, hvussu hini starvsfólkini á Biotøkni arbeiða. Hetta hevur verið ein sera lærurík tíð, og eg vænti, at tað kemur at hjálpa mær væl frameftir,» sigur Jónvá Hentze.
Á Fiskaaling eru lesandi týdningarmikið tilfeingi, tá ið um ræður at fáa inn nýggja vitan, hugskot og, sum heild, nýggjan íblástur til tað arbeiði, sum Fiskaaling hevur ábyrgd fyri.
«Lesandi hava í mong ár luttikið í verkætlanum á Fiskaaling, eins og nógvar ymiskar ritgerðir eru skrivaðar her gjøgnum árini. Samstarvið við lesandi hevur týdning fyri Fiskaaling, og hinvegin vita vit eisini, at slíkar uppgávur eru við til at menna arbeiðið hjá teimum lesandi og, ikki minst, er við til at eggja til hugin at leita upp og framleiða nýggja og spennandi vitan,» sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.
Verkætlanin hjá Jónvu Hentze verður gjørd í samstarvi við P/F Fiskaaling, har praktiski parturin verður framdur í granskingardeplinum iNOVA, har Biotøknideildin hjá Fiskaaling er staðsett. Vegleiðarar eru Ása Jacobsen, granskari á Fiskaaling, og Svein-Ole Mikalsen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini.