Gunnvør á Norði, starvsfólkaumboð, Kristoffur Laksá, formaður og Jóhanna Lava Køtlum, stjóri. Mynd: Ólavur Frederiksen.

Aðalfundur: Gott samstarv millum gransking og vinnu

Fiskaaling hevði árliga aðalfundin fríggjadagin 29. mai. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum eigur Fiskaaling, fegnaðist um, at felagið røkir starvssetning sín á fullgóðan hátt, sum er at framleiða vitan, ið kann menna varandi føroyska aling.

Á skránni var framløga av virksemi og roknskapi. Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, greiddi frá støðuni á Fiskaaling. Hon vísti á mongu og fjølbroyttu granskingar-, ráðgevingar- og tænastuuppgávurnar, sum hava myndað virksemið á Fiskaaling seinasta árið.

Menningin í alivinnuni byggir á vitan, royndir og dugnaskap. Samstarvið millum alivinnuna og Fiskaaling er gott. Alifeløgini eru eisini altíð til reiðar at hjálpa til við at fáa praktisku viðurskiftini at fungera sum til dømis tá kanningarútgerð skal setast út, sýnir skulu takast e.l.

Millum granskingaruppgávurnar teljast trivnaður hjá laksi á harðbalnum økjum, samaling og betri nýtsla av tilfeinginum, umframt lúsaprognosumodell, lívfrøði og føðslutørvur hjá rognkelsum, baseline fyri botndjóra og smoltkanningar.

Fiskaaling ger eisini fleiri tænstuuppgávur fyri alivinnuna, so sum lúsateljingar, rognkelsiskanningar, kynkanningar, mikroalgukanningar og streymmátingar.

Samspælið millum granskingar- og tænastuvirksemið hjá Fiskaaling er grundarlag undir áhaldandi menning av nýggjari og betri vitan, ið beinleiðis gagnar alivinnuni. 

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, vísir í eini viðmerking á ósjónliga virðið í alivinnuni, har vitanarframleiðslan hjá Fiskaaling er við til at menna og styrkja føroysku alivinnuna, granskingarumhvørvið, og harvið eisini føroyska samfelagið sum heild.

Úrslit

Granskingarvirksemið hjá Fiskaaling hevur framleitt ítøkilig úrslit, sum støðugt geva føroysku alivinnuni nýggja, gagnliga vitan. Ein stórur partur av granskingarvirkseminum hjá Fiskaaling fer fram í samstarvi við føroysku alivinnuna. Hetta hevur givið granskingini góðar fortreytir at virka undir.

Fiskaaling luttekur eisini í altjóða granskingarverkætlanum. Hetta er týðandi partur av granskingarvirkseminum og ger at felagið hevur atgongd til enn størri vitan og serfrøði, sum so eisini kann brúkast í føroyskum høpi.

Fíggjarliga grundarlagið undir Fiskaaling er árliga játtanini á løgtingsins fíggjarlóg til havbúnaðarroyndir. Almenna játtanin tryggjar, at Fiskaaling heilt ella lutvíst hevur møguleika at fíggja verkætlanir, hvørs endamal er at framleiða vitan um aling. Afturat hesum koma inntøkur frá ymiskum tænastum, sum Fiskaaling veitir til føroysku alivinnuna, umframt altjóða granskingarstuðul í sambandi við ymiskar granskingarverkætlanir.

Aðalfundurin góðkendi ársroknskapin 2019, sum vísti eitt úrslit á 354 tkr.

Nevndin óbroytt

Ongar broytingar fóru fram í nevndini:

  • Kristoffur Laksá, formaður
  • Turið Mørkøre, nevndarlimur
  • Niels Winther, nevndarlimur
  • Gunnvør á Norði, starvsfólkaumboð
  • Ása Johannesen, starvsfólkaumboð

Nærri kunning fæst við at venda sær til Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra á Fiskaaling: tel.: 774 747 ella johanna@fiskaaling.fo

Aðalfundurin 2020

Gunnvør á Norði, starvsfólkaumboð, Kristoffur Laksá, formaður, Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, Ása Johannesen, starvsfólkaumboð, Niels Winther, nevndarlimur og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis og vinnumálum. Turið Mørkøre, nevndarlimur, luttók á skíggjanum úr Oslo. Mynd: Ólavur Frederiksen.