Fiskaaling hevði árliga aðalfundin týsdagin 28. mai. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum eigur Fiskaaling, fegnaðist um, at felagið røkir starvssetning sín á fullgóðan hátt, sum er at framleiða vitan, ið kann menna varandi føroyska aling.
Á skránni var framløga av virksemi og roknskapi. Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, greiddi frá støðuni á Fiskaaling. Hon vísti á, at tilsamans 11 granskingarverkætlanir vóru virknar í 2018, umframt at felagið røkti útvið 30 tænastu- og ráðgevingaruppgávur gjøgnum árið.
Millum fjølbroyttu granskingaruppgávurnar teljast aldu- og streymviðurskifti, aliumhvørvi og trivnaður hjá laksi í aliringum á harðbalnum økjum, og royndir við nýggjum framleiðsluskipanum. Aðrar uppgávur umfata m.a. lúsateljingar, táknukanningar, rognkelsiskanningar, sjósíl, og smoltifiserings- og strongdkanningar.
Samspælið millum granskingar- og tænastuvirksemið hjá Fiskaaling er grundarlag undir áhaldandi menning av nýggjari og betri vitan, ið beinleiðis gagnar alivinnuni. Poul Michelsen, landsstýrismaður, sigur, at tað hevur styrkt um støðuna hjá felagnum, at rognaframleiðslan er farin á aðrar hendur, meðan Fiskaaling nú hugsavnar seg um vitanarframleiðslu.
Granskingarmál
2018 var fyrsta árið í nýggju granskingarsáttmálanum millum Fiskaaling og Uttanríkis- og vinnumálaráðið. Sáttmálin er galdandi árini 2018-2020.
Sum nakað nýtt eru heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning beinleiðis tikin við í sáttmálan. Hetta varð gjørt fyri at vísa, at felagið virkar eftir burðardyggum og ábyrgdarfullum altjóða meginreglum og krøvum. Heimsmálini skulu soleiðis vera partur av hugburðinum í granskingarvirkseminum hjá Fiskaaling.
Í 2018 varð arbeitt við at seta mál og leggja kósina fyri granskingina á Fiskaaling komandi árini. Fimm granskingarmál eru lýst við eini røð av undirliggjandi átøkum. Hesi mál eru:
- Burðardygg nýtsla av firðum
- Aling á landi
- Lús og smitta
- Fiskavælferð
- Nýggir framleiðslumøguleikar (tvs. nýggir hættir, nýggj økir og nýggj sløg)
Granskingarkósin er løgd fyri alifeløgini, sum hava nýtt møguleikan at gera viðmerkingar og seta fram uppskot til ítøkilig granskingarátøk.
Úrslit
Granskingarvirksemið hjá Fiskaaling hevur framleitt ítøkilig úrslit, sum hava givið føroysku alivinnuni nýggja, gagnliga vitan. Ein stórur partur av granskingarvirkseminum hjá Fiskaaling fer fram í samstarvi við føroysku alivinnuna. Hetta hevur givið granskingini góðar fortreytir at virka undir.
Fiskaaling luttekur eisini í altjóða granskingarverkætlanum. Tað ber í sær, at felagið hevur atgongd til enn størri vitan og serfrøði, sum so eisini kann brúkast í føroyskum høpi.
Fíggjarliga grundarlagið undir Fiskaaling er árliga játtanini á løgtingsins fíggjarlóg til havbúnaðarroyndir. Almenna játtanin tryggjar, at Fiskaaling heilt ella lutvíst hevur møguleika at fíggja verkætlanir, hvørs endamal er at framleiða vitan um aling. Afturat hesum koma inntøkur frá ymiskum tænastum, sum Fiskaaling veitir til føroysku alivinnuna, umframt altjóða granskingarstuðul í sambandi við ymiskar granskingarverkætlanir.
Ársins roknskapur vísti eitt úrslit á 2 mió. kr.
Nevndin óbroytt
Ongar broytingar fóru fram í nevndini. Tó er Ása Johannesen nýtt starvsfólkaumboð fyri Øystein Patursson, sum fór í farloyvi fyri stuttum:
- Kristoffur Laksá, formaður
- Turið Mørkøre, nevndarlimur
- Niels Winther, nevndarlimur
- Gunnvør á Norði, starvsfólkaumboð
- Ása Johannesen, starvsfólkaumboð
Nærri kunning fæst við at venda sær til Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra á Fiskaaling: tel.: 774 747 ella johanna@fiskaaling.fo