Arvanes á Hovsfirði
Fóðurflakin Arvanes, sum Faroe Farming hevur eigur, er lagdur á Hovsfjørð.
Ætlanin er at hava Arvanes liggjandi á Hovsfirði til einaferð í heyst. Tá verður hann flutur suður fyri Núpin millum Vág og Lopra.
Faroe Farming hevur sítt størsta aliøki á Loprans- og Vágsfirði, og við at leggja flakan millum báðar firðirnar, verður møguligt at fóðra á báðum støðum við honum.
Í løtuni hevur Faroe Farming bert fisk í ringunum á Hovsfirði og í Øravík og Froðba. Fyri stuttum varð liðugt at taka í Lopra, og sett verður út aftur har móti sumri.
hósdagur, 3. mars 2016