P/F Fiskaaling hevur sett Amandu Gratton Vang í starv sum deildarleiðari á Biotøkni.
Amanda Gratton Vang er PhD í Biomedical Science. Amanda hevur drúgvar granskingarroyndir umframt royndir at fyrireika verkætlanir og at virka sum verkætlanarleiðari. Hon hevur skrivað nógvar vísindaligar greinar, sum eru givnar út á viðurkendum tíðarritum, og hon er royndur vegleiðari fyri Bachelor og Master-studentum.
Amanda verður soleiðis partur av leiðslubólkinum á Fiskaaling, hvørs uppgáva m.a. er at skipa karmarnar fyri framtíðar granskingararbeiðið, tryggja tvørdeildarliga samstarvið á Fiskaaling og at menna starvsfólkahópin á ymiskan hátt.
Á biotøknideildini hjá Fiskaaling verður við framkomnari tøkni arbeitt við verkætlanum og tænastum, ið fevna sera breitt. Sum dømi hava vit PCR-, qPCR -og sekvenseringstól, ið ger tað møguligt hjá okkum kvantifisera og identifisera DNA. Kanningararbeiðið umfatar eitt nú hvørjar bakteriur finnast t.d. í maganum og í slipuni á fiski, kynkanningar av laksi, parasittar og amøbur, ið neiliga ávirka laksin, umframt hvussu aktivar bakteriurnar eru í biofiltrum á smoltstøðum, hvørs uppgáva er at reinsa vatnið fyri ótørvar.
Fiskaaling arbeiðir við langsiktaðari og dygdargóðari gransking, sum hevur til endamáls at uppbyggja vitan á altjóða støði til varandi aling.