GRANSKING: P/F Fiskaaling avlýsir nú stóru lúsaráðstevnuna, sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum 7-11 septembur 2020, orsakað av covid-19 farsóttini. Ráðstevnan verður útsett í eitt ár.
Altjóða granskingarráðstevnan Sea Lice Internatonal Conference, sum Fiskaaling er vertur fyri, er nú fyribils avlýst. Ráðstevnan, sum verður hildin annaðhvørt ár, er miðdepil fyri nýggjastu granskingina innan fyri m.a. laksalús. Avgjørt er, at ráðstevnan verður í septembur 2021 í staðin.
“Vit eru sera hørm um, at tað ikki bar til at hava ráðstevnuna í Føroyum í hesum umfarinum. Men vit mugu samstundis bara ásanna, at fortreytirnar eru so munandi broyttar, at hetta gjørdist rætta og ábyrgdarfulla loysnin,” sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, í eini viðmerking.
Luttakarar á Sea Lice ráðstevnuni koma úr øllum heiminum, serliga frá stóru alitjóðunum, so sum t.d. Noreg, Skotland, Kanada og Kili. Nakrar av hesum hava longu staðfest, at tey sleppa ikki at ferðast úr landi sínum í 2020. Eisini er ymiskt granskingararbeiði, sum skal leggjast fram á ráðstevnuni, steðgað, soleiðis at fakliga innihaldið á ráðstevnuni verður avmarkað í stóran mun.
Fiskaaling arbeiðir nú, í samstarvi við Greengate, við at umskipa avtalur við Norðurlandahúsið og hotellini, sum hava verið bíløgd til endamálið. Allar tilmeldingarfreistir o.l. verða ssomuleiðis broyttar samsvarandi.
Meira fæst eisini at vita um Sea Lice ráðstevnuna á www.sealiceconference.net.