Í dag, 11. februar, er altjóða dagur fyri gentur og kvinnur innan vísindi (International Day of Women and Girls in Science). Sameindu Tjóðir (ST) tóku stig til dagin í 2015 fyri at varpa ljós á, at tað kring heimin eru ov fáar kvinnur, ið velja at útbúgva seg ella arbeiða innan vísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði (ofta kallað STEM). Dagurin knýtir seg at fimta heimsmáli hjá ST, sum er málið at fáa í lag javnstøðu millum kynini. Á heimsstigi eru tað einans umleið 33% kvinnur, ið eru virknar á hesum økjum. Við degnum ynskir ST at kveikja ein áhuga fyri tøkni og vísindi millum gentur.
Í Føroyum og serstakliga á Firum sær myndin heilt øðrvísi út. Á Firum eru tað fleiri kvinnuligir enn mannligir granskarar, og fleiri teirra hava náttúruvísindaligar og tøkniligar útbúgvingar.
Tað er gott at síggja, at gentur og kvinnur í Føroyum ikki smæðast burtur frá útbúgvingum innan vísindi, støddfrøði, og tøkni.
Á Firum hava vit eitt myndlatoymi við tveimum kvinnum og tveimum monnum (Tróndur T. Johannesen, Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Tróndur Kragesteen og Birgitta Andreasen).
Gunnvør á Norði, granskari, umborð á Andrias Reinert, granskingarfarið hjá Firum.
Botnkanningar við granskingarfarinum hjá Firum (Birgitta Andreasen, granskari, Jógvan F. Hansen, maskinmeistari og Ása Jacobsen, granskari).