týsdagur, 23. desember 2014
Fjórða útgávan av Alitíðindi 2014 er komin út.
Í Alitíðindi hesaferð eru greinar um spennandi verkætlanina við at ala rognkelsi í Nesvík.
Eisini verður greitt frá um lívfrøðiliga avbjóðingar í framleiðsluni hjá Fiskaaling.
Sagt verður frá tænastunum, Fiskaaling veitir alarunum í samband við lúsateljing og kanning av fiski í samband við møguligar sjúkur í umhvørvinum.
Greitt verður eisini frá verkætlan við streymkanning á alistøðini Gulanum í Nólsoyarfirði.
Sum vanlig eru eisini nógv hagtøl, sum hava við føroyska alivinnu at gera, í útgávuni.
Alitíðindi síggjast her