týsdagur, 18. februar 2014
Havalda hevur bæði beinleiðis og óbeinleiðis jalig árin á aliøki, staðfestir Gunnvør á Norði, granskari, í Alitíðindum, sum koma út fríggjadagin
Í Alitíðindum hesaferð hevur Gunvør á Norði grein um týdningin, havaldan hevur fyri, hvussu fóður og skarn síggjast aftur á botni undir alibrúkum.
Regin Arge, granskari, skrivar um royndir við yngulframleiðslu av rognkelsi.
Hóast nakað kom undan, er enn ikki komið á mál, og fleiri royndir mugu gerast við eitt nú startfóðring og sóttreinsing av rognum, er niðurstøðan hjá granskaranum.
Fiskaaling hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð nýtt fryst laksasil í síni framleiðslu. Silið er innflutt úr Noreg, og er nýtt at gita føroysk rogn við.
Eisini eru hagtøl, sum vísa, hvussu nógv smolt vigar, tá tað fer á sjógv í dag, í mun til vektina frá 2005 og frameftir. At smoltið nú er størri, tá tað fer á sjógv, ger eisini, at fiskurin er styttri tíð í sjónum, áðrenn hann verður tikin.
Sum vanligt í alitíðindi eru á baksíðuni framleiðsluhagtøl, grundað á framleiðslu tøl frá teimum fýra alifeløgunum í Føroyum.
Fyrsta eintak av Alitíðindi 2014 kemur út á Aliráðstevnuni, sum verður hildin fríggjadagin 21. februar.
Alitíðindi nr. 14 kann lesast her.