Alitíðindi 1994-2017 á netinum

Gransking: Vælumtóktu og áhugaverdu útgávurnar av Alitíðindum eru nú allar savnaðar á heimasíðuni hjá Fiskaaling.

Símin Grønadal, fyrrverandi stjóri í F/F Fiskaaling, skrivaði í Alitíðindi nr. 1 í 1996, at endamálið við útgávuni var at kunna alivinnuna um virksemi felagsins. Ætlanin var ikki at geva blaðið út regluliga, men meira eftir tørvi, fyri soleiðis kunna um royndir og úrslit, sum Fiskaaling gjørdi og framleiddi.

Nógv ymisk evni hava verið frammi í Alitíðindum gjøgnum árini. Greinirnar eru væl skrivaðar við nógvum góðum myndum og øðrum grafiskum uppsetingum. Tað er tíðskili ein fongur hjá áhugaðum lesarum at lesa um farnar verkætlanir, úrslit og hagtøl, sum alt hevur við alivinnuna at gera.

Við at fara inn á heimasíðuna undir Tíðindi, ber til at trýsta á og fáa ein pdf av valdu útgávuni. Pdf’arnir eru skipaðir eftir útgávuári, og høvuðsevnið verður upplýst, soleiðis at lættari er at finna tað, ein hevur áhuga fyri.

Í útgávunum er tilfar um kynbótaarbeiði, fóðring, fiskasjúkur, mátiúrslit, lúsateljingar og mangt annað. Millum nógvu høvundarnar kunnu nevnast eitt nú Ingvard Fjallstein, Astrid Hansen, Andrias Reinert, Gunnvør á Norði, Knud Simonsen og Ása Jacobsen.

Alitíðindi kom út fyri seinastu ferð í februar 2017. Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, sigur, at Fiskaaling í dag brúkar aðrar mannagongdir fyri kunning, so sum frágreiðingar, vísindaligar greinir og tíðindaskriv til miðlarnar.

Alitíðindi 1994-2017 eru at finna á www.fiskaaling.fo við at trýsta á “Tíðindi”.