týsdagur, 17. januar 2012
"Framhaldandi burðardygg føroysk alivinna" er yvirlýsingin fyri árligu aliráðstevnuni, sum verður 24. februar.
Nakrir av afturvendandi táttunum á ráðstevnuni eru fyrilestrar um lívføðiligu gongdina seinasta árið og marknaðarútlitini.
Nakrir fyrilestrahaldarar eru úr Noregi, og tey fara at tosa um hagreiðing, góðsku og laksalús.
Eisini er fleiri føroyskir fyrilestrahaldarar, t.d. eru tríggir granskarir frá Fiskaaling, ið skulu greiða frá um ymiskt viðvíkjandi laksalús, umhvørvinum og aling á harðbalnum økjum.
Meira fæst at vita um tiltakið á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.