mánadagur, 17. februar 2014
Regluliga aliráðstevnan, har fólk í vinnuni, og við tilknýti til alivinnu, fara at tosa um evni, sum eru aktuel í vinnuni, verður hildin fríggjadagin 21. februar
Fyrilestrar verða á skránni allan dagin. Fyrilestrahaldarar verða bæði úr Føroyum og uttanlands, og tosað fer at verða um alt frá fólkaheilsu til rognkelsi sum lúsaruddari, og um hvussu laksur ber seg at í hørðum streymi.
Føroyingar hava altíð havt gott samband við norðmenn í alivinnuni, og fleiri norðmenn verða eisini millum fyriliestrahaldararnar. Teir fara millum annað at kuna um, hvussu farið verður fram við niðurberjing av lús á norskum alibrúkum, og um hvussu støðan er í Noreg í samband við AGD. Eitt evni, sum er aktuelt í Føroyum, nú ábendingar vóru um, at amøban, sum elvir til sjúkuna, eisini kann vera á føroyskum alibrúkum.
Aliráðstevnan verður sett á Hotel Føroyum, og heldur á til klokkan fimm seinnapartin.
Skráin fyri aliráðstevnuna kann lesast her.