fríggjadagur, 28. februar 2014
Tráði landsynningurin hevur skatt aliringarnar eystan fyri Nólsoy so mikið, at hildið verður frægast at sleipa teir til lands at umvæla teir
Hóast ringarnir hava fingið skaða, er als ikki talan um at avlýsa royndirnar eystanfyri, sigur Kristian Petersen, stjóri á Fiskaaling.
Vánaliga veðrið hevur eisini gjørt, at illa hevur borið til at sett nótir í ringarnar, og tí er gjørt av at taka ringarnar innaftur, soleiðis umvælingar og ísetan av nótum kann gerast alt um eina leið.
Eisini hevur tað verið eitt sindur torført at fingið egnað før at leggja nótirnar út við. Teir stóru alibátarnir, sum ætlandi skuldu brúkast, hava eisini sínar uppgávur at røkja á teimum alibrúkunum, teir hoyra til, og veðrið hevur eisini darvað teirra dagliga arbeiði, og aftur gjørt, at tað hevur drigið út við at fáa tíð at fara aðrastaðni.