Í dag hava alinæmingarnir úr Miðnám í Vestmanna verið úti og gjørt eina rognkelsiskanning.
Við rognkelsiskanningum ber til at meta um heilsu- og vælferðarstøðuna hjá rognkelsunum á alibrúkinum. Eisini verður hugt eftir, hvat rognkelsini hava etið. Flestu rognkelsini høvdu fóður í maganum, tó funnu vit onga lús í magunum í dag.
Eisini verða næmingarnir undurvístir í vælferð, trivnaði og nýtslu av rognkelsum í alivinnuni.
Myndir: Sandra Ljósá Østerø, Firum