mánadagur, 19. august 2013
Alifiskur er reinur matur, vísa kanningar, sum norska Mattilsynet hevur fingið gjørdar hjá granskingarstovninum NIFES. Royndir eru tiknar av 11.585 fiskum, har kannað varð eftir, um leivdir av ólógligum heiligvági, tungmetalli og lívrunnum
umhvørviseitri, kundu ávísast í fiskinum. Allar royndirnar vístu, at fiskurin hevði langt undir loyvdu markvirðunum av teimum evnum, leitað varð eftir.
Í viðmerkingumtil kanningina sigur Rita Hannisdal, granskari, at hetta samsvarar eisini viðkanningar, sum fyrr eru gjørdar. Nøgdirnar av ymsu evnunum, sum kannað verða, eru lækkaðar seinnu árini.