Aldumátarin ásigldur
Í vár varnaðist Heðin Abrahamsen, granskari á Fiskaaling, at aldumátarin hevði slitið. Aldumátarin sendir vanliga signal um positión og nú sást, at hann var farin undir land eystan fyri Nólsoynna.
Roynt varð at fáa fatur á honum, men hetta var torført, av tí at hann lá undir bergi við nógvum brimi. Tá aldumátarin eftir eina tíð var fingin umborð sást, at hann var so illa farin, at hann ikki kundi nýtast aftur.
Góðveður var, tá aldumátarin sleit og skip var á leiðini um tað mundi, so ivaleyst er aldumátarin ásigldur.
Nýggjur aldumátari er bílagdur og verður væntandi settur út fyrst í septembur.
hósdagur, 14. juni 2012