Fiskaaling heitir á sílafiskarar um at taka lut í sjósílaverkætlanini, hvørs endamál er at kanna umstøður og livihátt hjá føroyskum sjósílum.
Sjósílaverkætlanin er ein týðandi liður í arbeiðnum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fíggjar verkætlanina og øll, ið hjálpa til við kanningini, eru við í lutakasti um 10.000 skattafríar krónur.
Fyri at vera við í lutakastinum krevst einans, at luttakarar senda brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Fiskaaling, ið hevur framleitt serligar brævbjálvar til høvið. Fiskaaling rindar postgjaldið. Vegleiðing til tøku av roðslu og útfylling av brævbjálvum er á firum.fo.
Brævbjálvar við roðsluroyndum og uppmátingum skulu vera Fiskaaling í hendi í seinasta lagi 1. desember 2023. Fríggjadagin 8. desember verður drigið millum innkomnu brævbjálvarnar um 10.000 skattafríar krónur.
Brævbjálvar fáast ókeypis kring landið á hesum støðum:
- Magn, Trongisvágur
- Hjá Rólant, Sandur
- Jógvan Weihe, Tórshavn
- Effo, Kollafjørður
- Effo, Skálafjørður
- Stanley, Norðskáli
- Berglon, Klaksvík
Luttakarar kunnu eisini skriva navn og bústað til okkara á fiskur@firum.fo, so senda vit brævbjálvar.
Seinasta ársfrágreiðingin í samband við verkætlanina kann lesast her.