20.03.2026

Úrslitini frá Sjósílaverkætlanini 2025

Úrslitini frá Sjósílaverkætlanini 2025 Á sílaveiðu í Eiðisá. Frá vinstru: Teitur í Stórustovu, Dan Lamhauge og Sandra L. Østerø (Mynd: Kirstin Eliasen, Firum)

Í 2018 varð Sjósílaverkætlanin sett í gongd fyri at kanna møguliga ávirkan av alivinnuni á sjósílastovnin. Høvuðsendamálini eru at kanna, nær smolt fara á sjógv, og hvussu tey trívast á sjónum, serliga við atliti til lús. Alivinnan er sambært lóg skyldug at halda lúsatølini lág í mai, juni og juli fyri at verja sílasmolt, og verkætlanin skal meta um, hvørt hetta samsvarar við føroyska sjósílið.

Til kanningarnar hava ymiskar mannagongdir verið royndar, m.a. ein fella í Sandá (2019-2022) og frá 2023 merking av sílum og ein antennuskipan í Eiðisá í Norðragøtu. Harumframt hava sílafiskarar hjálpt við at senda inn roðslu, og hevur Firum veitt 50 síl við gørnum árliga.

Úrslitini vísa, at í 2025 fóru sílini á sjógv væl fyrr enn í 2024. Síl við flest lús verða skrásett um summarið, tá ið lítið avfall ger tað torført hjá teimum at lúsa seg av í feskvatni. Kanningarnar vístu, at síl nærhendis aling høvdu fleiri lús enn síl, ið liva longri burtur frá alibrúkum, men í mun til undanfarin ár, var hesin munurin ikki signifikantur. Tó skal havast í huga, at í 2025 var staðið, har veitt varð eftir sílum burtur frá aling, eitt annað enn undanfarin ár. Samanlagt varð mett, at umleið 7% av sílunum høvdu so mikið av lús, at teirra møguleiki fyri at yvirliva var lítil.

Verkætlanin heldur væntandi fram í 2026.

Frágreiðingin um Sjósílaverkætlanina er á enskum, men byrjar við einum føroyskum samandrátti.
Øll frágreiðingin frá Sjósílaverkætlanini 2025 kann lesast her

Les eisini:

  • Úrslitini frá Sjósílaverkætlanini 2024

  • Úrslitini frá Sjósílaverkætlanini 2023

  • Úrslitini frá Sjósílaverkætlanini 2022

  • Úrslitini frá Sjósílaverkætlanini 2021

  • Úrslitini frá Sjósílaverkætlanini 2020

 

Vilt tú vita meira um sjósílaverkætlanina, si meira her

 

Sí myndir frá PIT merkingini í Eiðisá frá mai 2025. (Myndir: Kirstin Eliasen og Dan Lamhauge, Firum)

Firum - FB & LI posts (1).png

Sílaveiða í Eiðisá.

20250508_125836.jpg

Síl verða skrásett.

20250508_091112.jpg

Síl verða skannað.

20250508_093901.jpg

Starvsfólk hjá Firum á sílaveiðu í Eiðisá í góðveðrinum.

IMG_6190.jpeg

Starvsfólk hjá Firum við Eiðisá.