05.09.2025

TILMELDING: ’Vitan til varandi aling | VTVA 2025’ ráðstevnan 31. oktober

TILMELDING: ’Vitan til varandi aling | VTVA 2025’ ráðstevnan 31. oktober Ráðstevnan 'Vitan til varandi aling - VTVA 2025' verður hildin 31. oktober 2025

Tann 31. oktober 2025 verður ráðstevnan ‘Vitan til varandi aling | VTVA 2025’ hildin á fjórða sinni.

> Melda teg til ráðstevnuna fyri serprís áðrenn 10. oktober 2025, við at trýsta her

Evni, ið verða viðgjørd á ráðstevnuni, eru á ein ella annan hátt viðkomandi vitan, ið kann verða grundarlag undir burðardyggu menningini av føroysku alivinnuni. Talan er um eina føroyska vísindaliga ráðstevnu, ið skal virka sum eitt savningarstað fyri føroyska akademiska umhvørvið og allar granskarar, ið á ein ella annan hátt fáast við ali-relateraðum evnum.

Tað er Firum, sum skipar fyri ráðstevnuni. At hjálpa til við fyrireikingini av ráðstevnuni er ein vísindanevnd skipað, ið er mannað av granskarum frá ymiskum føroyskum granskingarstovnum.

 

Kostnaður

Serprísur á 1,950 kr. til tey sum melda seg til ráðstevnuna áðrenn 10. oktober 2025.

Eftir 11. oktober 2025 er kostnaðurin 2,550 kr.

> Seinasta freist at melda seg til ráðstevnuna er 27. oktober 2025.

Tilmelding, trýst her

 

Lat abstrakt inn til ráðstevnuna VTVA 2025

Sum vanligt er, tá skipað verður fyri vísindaligum ráðstevnum, verður í næstum lýst eftir framløgum, og kunnu granskarar tí senda ein stuttan samandrátt, abstrakt, sum í stuttum lýsir innihaldið av ætlaðu framløguni. Samandrátturin verður síðani mettur av skikkaðum granskarum og so verður mett um pláss verður fyri framløguni á ráðstevnuni.

Send okkum eina abstrakt til VTVA 2025 umvegis heimasíðuna her

 

Í næstum verður kunna nærri um tilmelding, hvar ráðstevnan verður hildin og annað viðkomandi.

 

Fylg við ráðstevnuni og kunning annars, á heimasíðu okkara her