02.10.2026

Tilmelding til Vitan til varandi aling | VTVA 2026 er byrjað

Tilmelding til Vitan til varandi aling | VTVA 2026 er byrjað

Fríggjadagin 6. november 2026 skipar Firum á fimta sinni fyri vísindaligu ráðstevnuni Vitan til varandi aling | VTVA 2026 á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn.

Á ráðstevnuni VTVA verða nýggj granskingarúrslit løgd fram, ið hava týdning fyri menningina av føroysku alivinnuni.

 

Tilmelding til VTVA 2026

Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt tá ráðstevnan er av.

  • Rokning verður send til eina t-post addressu, ið tú upplýsir okkum á tilmeldingarsíðuni

  • Freistin at melda seg til ráðstevnuna er týsdagin 3. november 2026

  • Tilmeldingin fer fram á sergjørdari tilmeldingar heimasíðu

  

Kostnaður: 

  • Serprísur á 1.990,- kr. u/mvg til tey, sum melda seg til ráðstevnuna áðrenn 26. oktober 2026

  • Eftir 26. oktober 2026 er luttøkugjaldið 2.590,- kr. u/mvg

 

Lesandi:
Lesandi á hægri lærustovnum, luttaka ókeypis, tó er avmarkað nøgd. 
Um tú ert lesandi á hægri lærustovni, má tín luttøka váttast av Firum.
Send t-post til info@firum.fo og kanna tínar møguleikar.

 

> Tilmelding er byrjað á VTVA tilmeldingar heimasíðuni, trýst her

 

Vit gleða okkum til ein dag við nýggjari vitan, áhugaverdum framløgum og góðum fakligum kjaki.