04.09.2012

Røktari settur í Nesvík

Røktari settur í Nesvík
Terji Magnussen er settur í starv sum røktari á Sjódeplinum í Nesvík. Terji er ungur maður úr Havn og hevur fingið sær útbúgving á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Hann fer í stóran mun at hjálpa til við royndarvirkseminum at ala rognkelsi. Vit ynskja Terja vælkomnan á Fiskaaling.