02.11.2026
Røðari á VTVA 2026: Kirstin Eliasen
Kirstin Eliasen, PhD, granskari og deildarleiðari á Firum, fer at hava framløgu á VTVA 2026. Aliringar eru ikki lokaðar eindir, og villur fiskur, eitt nú seiður, kann svimja inn í ringarnar. Har kann hann vaksa seg ov stóran til at sleppa út aftur og má tí burturbeinast. Í framløguni fer Kirstin at greiða frá, hvussu nógvan seið mett verður, at talan er um.
Heitið á framløguni
Meting av hvussu nógvur seiður hvørvur úr upsastovninum sum avleiðing av føroysku alivinnuni
Tilmelding
Melda teg til ráðstevnuna á www.vtva.fo
Skrá
Sí ráðstevnuskránna og framløgur her