22.10.2026

Røðari á VTVA 2026: Katrin H. Jensen

Røðari á VTVA 2026: Katrin H. Jensen

Katrin Haraldsdóttir Jensen er útbúgvin lívfrøðingur frá Griffith University í Australia við sergrein innan djóra- og havlívfrøði. Hon hevur starvast á Umhvørvisstovuni síðan 2020, har hon millum annað arbeiðir við eftirliti við aling og øðrum umhvørvisgóðkendum virksemi.

Í framløgu síni fer Katrin at leggja fram úrslit frá botnkanningum við aliringarnar í tíðarskeiðinum 2018 til 2025 og geva okkum innlit í, hvat kanningarnar vísa um umhvørvisstøðuna á føroysku firðunum.

Heitið á framløguni
Umhvørvisstøðan á føroysku firðunum - Úrslit av botnkanningum 2018 til 2025

 

Tilmelding
Melda teg til ráðstevnuna á www.vtva.fo 

Skrá
Sí ráðstevnuskránna og framløgur her