27.10.2026
Røðari á VTVA 2026: Heidi Wolles Ljósheim
Heidi Wolles Ljósheim, PhD lesandi í teldustøddfrøði á University of Edinburgh, fer at greiða frá, hvussu optimering kann stuðla avgerðum í alivinnuni. Heidi fer at vísa, hvussu ein veruligur trupulleiki kann umsetast til eitt støddfrøðiligt modell og síðani til eina loysn, sum kann brúkast í verki og skapa nýggja vitan til gransking.
Heitið á framløguni
Støddfrøði og optimering til varandi aling
Tilmelding
Melda teg til ráðstevnuna á www.vtva.fo
Skrá
Sí ráðstevnuskránna og framløgur her