Røðari á VTVA 2026: Eilif Gaard
Eilif Gaard er Dr. Philos lívfrøðingur og starvast sum granskari á Havstovuni. Á ráðstevnuni fer hann at greiða frá um reyðæti og tann týdning, sum tað hevur í vistskipanunum í havinum. Eisini verður greitt frá møguleikum fyri vinnuligari veiðu, sum m.a. kann nýtast í alivinnuni.
Heitið á framløguni
Reyðæti, við denti á yvirvetrandi reyðæti í bankarennuni
Stutt um framløguna
Reyðæti er eitt tað størsta tilfeingið í okkara havleiðum. Um várið og summarið er tað ovarlaga í sjónum, har tað etur plantuæti, nørist og veksur. Hesa árstíðina er tað týdningarmikil føði hjá m.a. uppsjóvarfiski og fiskayngli. Um veturin er tað í dvala í djúpum sjógvi. Ein partur av tí reyðætinum, sum er í vetrardvala í køldum djúpum sjógvi norðan fyri Føroyar, rekur suður ígjøgnum djúpa partin av Hetlandsrennuni og víðari norður ígjøgnum Bankarennuna, haðani tað verður ført vestur í hav. Tá kemur tað í vánaligar liviumstøður og líkt er til at heilt nógv reyðæti doyr. Til ber at veiða ein part av hesum reyðætinum um heystið og veturin, áðrenn tað rekur út úr Bankarennuni, uttan at tað darvar vistskipanunum. Reyðætið inniheldur nógv heilsugott lýsi, sum m.a. kann nýtast sum føðiískoyti til fólk og í alivinnuni.
Tilmelding
Melda teg til ráðstevnuna á www.vtva.fo
Skrá
Sí ráðstevnuskránna og framløgur her