Røðari á VTVA 2026: Birgitta Andreasen
Birgitta Andreasen arbeiðir sum granskari á Umhvørvis deildini á Firum. Hon er serliga áhugað í gransking innan fjarðaumhvørvið, hvussu náttúrligar broytingar og mannagjørt inntriv kunnu ávirka umhvørvið. Júst nú arbeiðir hon mest við bitlasporingsmyndlum har myndlaðu bitlarnir eru spillvatn, laksalús, laksaskarn osfr., í eitt nú verkætlanunum OCCAM og ADepoPlan.
Heitið á framløguni
Veðurlag og laksalús - Vitanargrundað lúsastýring í einum broytandi veðurlagi
Stutt um framløguna
Í OCCAM-verkætlanini verður eitt nýtt amboð til lúsastýring ment, ið sameinir ein populatiónsmyndil fyri laksalús við bitlasporing (LADiM) og havmyndilin (FarCoast), sum eisini fer at verða drivin av framtíðar veðurlagsforsøgnum. Fyrstu stigini í menningini og ein fyribils útgáva av amboðnum verða løgd fram.
Tilmelding
Melda teg til ráðstevnuna á www.vtva.fo
Skrá
Sí ráðstevnuskránna og framløgur her