PhD lesandi úr Finnlandi í læru hjá granskara á Firum
Á myndini síggja vit frá vinstru Katja Anttila, Essi Lindroth, Thuy Le og Heidi S. Mortensen
Seinastu dagarnar hava tvær PhD lesandi, saman við vegleiðara teirra, frá Universitetinum í Turku í Finnlandi verið í læru hjá okkara Heidi, sum granskar í hjartaheilsu hjá alilaksi.
Tær báðar, Essi Lindroth og Thuy Le, og vegleiðarin Katja Anttila, eru komnar til Firum at læra um hjartaheilsu og at lesa histologisýnir, sum eru tikin av hjørtum hjá finskum alisílum.
Heidi S. Mortensen hevur seinastu árini verið PhD lesandi á Firum, har hon hevur fordjúpað seg í hjartaheilsu, hjartamorfologi og æðrakálking í krúnlívæðrini hjá føroyskum alilaksi. PhD verkætlanin hjá Heidi lakkar móti enda, tá hon í desember í ár (2026) fer at verja sína PhD verkætlan.
Seinnapartin í gjár greiddu Essi og Thuy framløgur fyri starvsfólkum á Firum um teirra granskingararbeiðið.
Vit tú vitja meiri um arbeiði við hjartaheilsu hjá alifiski, kanst tú seta teg í samband við Heidi S. Mortensen á t-post heidi@firum.fo ella telefon 77 47 65.
(Mynd: Firum)
(Mynd: Firum)
(Mynd: Firum)
Á myndini síggja vit frá vinstru Katja Anttila, Essi Lindroth, Thuy Le og Heidi S. Mortensen.



