16.12.2022

Lúka 16: Visti tú, at Fiskaaling eisini kannar laksalús í sjónum?

Lúka 16: Visti tú, at Fiskaaling eisini kannar laksalús í sjónum? Ein slanga verður løgd út frá granskingarfarinum ”Andrias Reinert”, sum síðani pumpar vatn frá ymiskum dýpi.

Laksalúsin smittar við búningarstigum, sum reka frítt við streyminum og vanliga verður sagt at hon finst bara ovast í sjónum. Hetta hava vit á Fiskaaling kanna nærri. Tað vísir seg at laksalús finst heilt niður á 40 metra dýpi, sum er tað djúpasta vit hava kannað, og talið av laksalús er væl hægri ovarlaga í sjónum.

Seiðalús, sum er hitt lúsaslagið sum setir seg á alifisk hevur øvugta útbreiðslu. Har var mest lús á 40 m dýpi og minst við vatnskorpuna.

 


Ein slanga verður løgd út frá granskingarfarinum Andrias Reinert.


Slangan pumpar vatn frá ymiskum dýpi, sum fer gjøgnum eitt fínt filtur.


Í endanum lenda so lús og aðrir smábitlar. Hesir verða skrásettir og taldir undir microskopi og goymdir til víðari gransking.