Lesandi á vitjan á Firum
Fyrr í vikuni høvdu vit vitjan av tveimum farmaceut lesandi frá Universitetinum í Keypmannahavn. Rune Olsen og Virgil Topholm Hartmann, sum báðir í næstum skulu í gongd við endaligu uppgávuna, hava seinastu tíðina verið í starvsvenjing á Apotekverkinum. Partur av uppihaldinum í Føroyum var ein vitjan á Firum. Endamálið vit vitjanini var at fáa eitt sindur av kunnleika um virksemi á Firum.
Vitjanin varð skipað soleiðis at teir báðir fóru út saman við okkara granskara, Sandru Ljósá Østerø, at telja lús á einum alibrúki, har teir sluppu at uppliva eitt alibrúk og síggja hvussu ein lúsateljing er skipað.
Seinni hittu teir stjóran á Firum, Jóhannu Lava Køtlum, ið saman við Sandru greiddi frá virkseminum hjá Firum, við serligum denti á granskingararbeiðið, ið verður gjørt í sambandi við lús á stovninum.
(Myndir: Firum)
