KEYNOTE Røðari á VTVA 2026: Carlo C. Lazado
Carlo C. Lazado er leiðandi granskari á norska granskingarstovninum Nofima. Á ráðstevnuni Vitan til varandi aling | VTVA 2026 fer hann at varpa ljós á fiskaheilsu við serligum denti á táknir hjá alilaksi og teirra týdning fyri immunverjuna hjá laksinum.
Gransking hansara snýr seg um, hvussu lívfrøðiligir og umhvørvisligir faktorar ávirka verjuførleikan hjá táknunum, sum eru ein týðandi partur av náttúrligu verjuni hjá fiskinum móti sjúkum og øðrum árinum. Við síni gransking arbeiðir Carlo fyri at fáa grundleggjandi vísindaliga vitan brúkta til mannagongdir, sum kunnu styrkja treystleikan hjá alifiski og fyribyrgja heilsutrupulleikum í alivinnuni.
Heitið á framløguni
Rethinking Atlantic Salmon Gill Health in a Multifactorial World
Tilmelding
Melda teg til ráðstevnuna á www.vtva.fo
Skrá
Sí ráðstevnuskránna og framløgur her