14.07.2026

KAPPING: Vinn 10.000,- skattafríar krónur

KAPPING: Vinn 10.000,- skattafríar krónur

Sjósílaverkætlanin heldur fram, og okkum tørvar tína hjálp.

Herfyri skrivaðu Havbúnaðarfelagið og Firum undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina, og aftur í ár kanst tú vinna 10.000,- skattafríar krónur, um tú sendir okkum sílaroðslu. Les meria í greinini hjá Havbúnaðarfelagnum her

Síðani 2019 hevur Firum staðið fyri sjósílaverkætlanini, sum Havbúnaðarfelagið hevur fíggjað. Hetta samstarvið millum granskarar og borgarar verður kallað citizen science ella borgaravísindi og hevur sera stóran týdning. Tí heita vit í Firum á sílafiskarar og borgarar sum heild um at hjálpa okkum aftur í ár.

Send okkum roðsluroyndir og uppmátingar og ver við í lutakastinum um 10.000,- skattafríar krónur,

Freistin at lata Firum brævbjálvan er 30. november 2026. Drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvarnar fríggjadagin hin 11. desember 2026.

Brævbjálvarnir eru at fáa í hesum støðum:

  • Magn, Trongisvágur

  • Handilsvirkið Niclasen, Sørvágur

  • Hjá Rólant, Sandur

  • Jógvan Weihe, Tórshavn

  • Effo, Kollafjørður

  • Effo, Skálafjørður

  • Stanley, Norðskáli

  • Berglon, Klaksvík

  • Berglon, Runavík

 

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Firum, á kirstin@firum.fo.

Les meira kunning um kappingina á heimasíðuni hjá Firum her

Les meira um sjósílaverkætlanina á heimasíðuni hjá Firum her