Føroysk lúsadata í heimsflokki
Góð data eru neyðug, tá avgerðir skulu takast og tá granskingarverkætlanir skulu skipast. Føroysk lúsadata hava eina góða góðsku og eru álítandi.
Líka síðani tær fyrstu lúsateljingar byrjaðu í 2009 hevur Firum havt hesa uppgávu. Tað byrjaði við, at framsíggin starvsfólk á Fiskaaling, sum var navnið á Firum fram til 2024, fóru undir at telja lús á alilaksi og skipa hetta sum eina tænastu til alivinnuna. Í 2016 bleiv tað staðfest í lúsakunngerðini, at tað er Firum sum skal telja tær lógarkravdu lúsateljingarnar.
Á Firum taka vit hesa uppgávu í størsta álvara og leggja nógv fyri at fáa góð og álítandi tøl. Tað gera vit m.a. við:
at tryggja at okkara lúsateljarar fáa góða upplæring
at skipa fyri regluligum blindteljingum og soleiðis kanna um starvsfólkini telja rætt
Talið av lúsateljingum hongur saman við, hvussu nógvur fiskur stendur á firðunum og hvussu nógv aliøkir eru aktiv. Í 2025 eru skrásettar 687 teljingar. Taldir vórðu 7.390 ringar og íalt 147.627 laksar vórðu í 2025 taldir fyri lús.
Óheftar lúsateljingar geva betri data
Fyrr í ár var okkara granskari Gunnvør á Norði boðin á eina lúsaráðstevnu í Noregi har hon greiddi frá, hvussu lúsateljingar í Føroyum verða skipaðar. Føroyska heiti á framløguni var Óheftar lúsateljingar. Á framløguni vísti Gunnvør eina greining av føroyskum lúsadata og samanbar føroysku tølini við m.a. tøl úr Noregi, sum eru útgivin í altjóða tíðarritinum Aquaculture.
Myndin til vinstru vísir greining av føroyskum lúsatølum. Hægri talið av flytførum laksalýs (TM) er, hægri væntast talið av vaksnum kvennlúsum (AF) at verða. Hetta er náttúrligt, tí menningin hjá laksalús er soleiðis, at tær eru flytførar áðrenn tær verða til vaksnar lýs.
Á myndini til høgru síggjast tveir grafar, sum eru útgivnir í altjóða tíðarritinum Aquaculture. Ovari grafurin er norsk lúsatøl, meðan niðari grafurin er lúsatøl úr Kanada (British Columbia). Tað sum sker í eyguni, tá vit hyggja eftir øllum grafunum er, at norsku lúsaplottini flata út, tá talið av vaksnum kvennlýs (AF) er uml. 0,5. Hetta sæst hvørki í tølunum úr Føroyum ella Kanada. Markvirði fyri vaksnar kvennlús í Noregi er 0,5 og lúsateljingar í Noregi verða ikki framdar av óheftum teljarum.
Vit halda at júst henda myndin vísir hvussu umráðandi tað er at lúsateljingar verða gjørdar av óheftum teljarum, og eru sjálvsagt errin av at vit í Føroyum kunnu siga at lúsateljingar og lúsadata eru í heimsklassa.
At hava góð og álítandi lúsatøl er so týðandi:
fyri myndugleikar, sum taka avgerðir við støði í lúsatølum,
fyri alivinnuna, sum leggur virksemi tilrættis við støði í lúsatølum, og
fyri granskingina, har lúsatøl innganga sum týðandi data í framleiðslu av nýggjari vitan av ymiskum slag
