Andrias Reinert á kanningarferð á sjálvum valdegnum
Mynd tikin av Ernu Lava Olsen á veg suður úr Hvalvík
Í góðveðrinum í morgun stevndi granskingarfarið Andrias Reinert suður gjøgnum Sundalagið. Endamálið við túrinum er at taka sýni og gera mátingar, sum eru liður í ymiskum kanningararbeiði og granskingarverkætlanum.
Manningin umboð á Andriasi Reinert í dag eru: Erna Lava Olsen, Gunnvør á Norði og Jógvan Fríðálvur Hansen, sum øll starvast á Firum og so Stian Kleiven, sum er PhD lesandi á Universitetinum í Tromsø. Stian Kleiven skal verða á Firum komandi seks vikurnar. Hetta er liður í stórari granskingarverkætlan, hvørs endamál er at kanna hvussu broytingar í veðurlagnum kunnu ávirka alivirksemi.
Túrurin í dag verður ikki so drúgvur og væntandi verður Andrias Reinert og manning heima aftur í góðari tíð, so stundir verða hjá starvsfólkunum at koma heim áðrenn valhølini lata hurðarnar aftur.

