10.04.2026
Alinæmingar frá Miðnámi í Vestmanna læra um lús
Undirvísingin bleiv hildin á Firum við Áir
Herfyri vóru næmingar frá Miðnámi í Vestmanna, sum eru í læru til alara, á Firum og fingu undirvísing um lús og lærdu at síggja mun á laksalús og seiðalús. Tað var Kirstin Eliasen, granskari á Firum og sum í mong ár hevur arbeitt við lús, ið stóð fyri undirvísingini.
At duga at skyna á um talan er um laksalús ella seiðalús, og at kenna ymisku menningarstigini hjá lúsum, er týðandi vitan, serliga tá man er alari á sjónum.
Undirvísingin endaði við, at næmingarnir fingu hvør sítt sýni við fleiri lúsum í og so skuldu tey eyðmerkja ymisku menningarstigini hjá lýsnum og siga um talan var um laksalús ella seiðalús.



