Øll alibrúk í Føroyum skulu teljast í minasta lagi aðruhvørja viku
Sambært lúsakunngerðini skulu øll alibrúk í Føroyum teljast í minasta lagi 14. hvønn dag. Sum óheft fyritøka samskipar og fremur Firum hesar teljingar. 20 laksar úr hvørjum ringi verða taldir hvørja ferð, og lýsnar verða flokkaðar eftir slagi og búningarstigi.
Les meira um lúsakunngerðina á heimasíðuni hjá lógasavninum her.
Á Firum arbeiða kanningarfólk hvønn dag við kanna laksin. Tey ferðast runt til øll alibrúkini í Føroyum. Hvør einasti ringur í Føroyum verður kannaður aðruhvørja viku. Kanningafólkið møtir upp á landstøðini, skrivar seg inn og vaskar hendur, áðrenn farið verður í arbeiðsklæðini, sum alistøðin veitir. So verður siglt út á fyrsta ringin, har alararnir fanga 20 fiskar, sum kanningarfólkini doyva í einum kari, áðrenn tey kanna fiskin fyri lús og táknubroytingar. Alt verður skrivað niður, og so verður farið til næsta ringin, og sama kanning verður gjørd einaferð afturat.
Soleiðis verður hildið fram, til allir ringarnir eru taldir. Tá fer kanningarfólkið aftur til Áir, har Firum heldur til, at føra tølini inn í eina aliskipan og senda tey til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og alifyritøkuna. Allar skrásetingarnar verða goymdar í eini telduskipan, og tí hava vit í Føroyum sera nógva vitan um gongdina við lúsini liggjandi. Næsta dagin fer kanningarfólkið til eitt annað alibrúk at gera kanningarnar.
Í skjalinum niðanfyri ber til at síggja, hvussu eyðmerking av laksa- og seiðalús verður gjørd. Sí leinkju til skjalið um eyðmerking av laksa- og seiðalús her.

Almennu tølini fyri kynsbúnar laksalýs síggjast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni her.

(Mynd: Firum)