Firum ger kanningar av hvalspýggju í sjógvi
Tað finnast fleiri sløg av hvalspýggju í føroyskum sjógvi – stórar, smáar og í ymiskum skapi. Av tí at tær kunnu verða ringar at síggja, serliga tær heilt smáu, og tí tað ikki er so einfalt at fáa hvalspýggju við, tá sjósýnir verða tikin, eru bara avmarkaðar kanningar gjørdar av hvalspýggju í føroyskum sjógvi.
Firum hevur nú skipað mannagongdir fyri sýnistøku av hvalspýggju í sjógvi og hevur ment førleikar at eyðmerkja hvørji sløg av hvalspýggju, talan er um.
Seinastu árini hevur hvalspýggja elvt til trupulleikar hjá alivinnuni í okkara grannalondum. Nevnast kann, at stórar nøgdir av pinkuhvalspýggju hava ført til økt felli í alibrúkum í Skotlandi, og at tað í vetur hava verið avbjóðingar á fleiri norskum firðum, tí eitt ávíst slag av hvalspýggju, ið kallast perlesnormanet á norskum, sum kann vaksa saman í stórar bólkar, hevur gjørt stóran skaða á alilaks.
Støddin á hvalspýggju varierar og tað finnast fleiri sløg. Nøkur hvalspýggjusløg eru einans nakrar millimetrar til støddar og nærum glasklár, og kunnu tí ikki síggjast við berum eygum, meðan onnur sløg eru stór og sjónlig. Aðrar hvalspýggjur savnast í bólkar/klumpar, og eru tá sjónligar sum stórar koloniir í sjónum. Hvalspýggja hevur fínar trevsar við kyknum, sum innihalda eiturevni, ið kunnu verða skaðilig fyri alifisk.
Kanningar, sum Firum gjørdi í 2023 saman við Bakkafrost, ávístu 21 ymisk sløg av hvalspýggju í føroyskum sjógvi. 15 av hesum hvalspýggjum eru harmleysar fyri alifisk, 5 av sløgunum kunnu verða til ampa fyri alifisk, meðan tað eina slagið er beinleiðis eitrandi, tá talið av hesum verður høgt í sjónum.
Fiskur, sum livur á okkara firðum, kann rýma undan hvalspýggju, um tær eru til ampa. Hetta kann alifiskur ikki. Tað er orsøkin til, at Firum nú setir sjóneykuna á hvalspýggju.
Á Firum hava vit gjørt eina handbók, sum finst inni á okkara heimasíðu. Har ber til at fáa eitt sindur av vitan um hvalspýggju, sí meira í leinkjuni HER (leinkja skal gerast)