Lúka 5: Veitst tú, at avbjóðandi aliumstøðurnar í Føroyum vekja ans uttanlands?

Føroyska laksaalingin er rættiliga ábær fyri vindi, veðri, streymi og aldu. Hetta setir serlig krøv til útgerð og er avbjóðandi fyri laksavøkstur og -vælferð umframt arbeiðshættir.
 
Umhvørvisatlit, lúsasmitta og tað, at vinnan er í stórum vøkstri, hava við sær, at alingin í øðrum londum breiðir seg longur út frá landi, og tí er vitan úr Føroyum sera áhugaverd. Fiskaaling hevur verið partur av norska granskingarsamtakinum EXPOSED, ið hevði til endamáls at menna vitan og tøkni, so at aling á ábærum økjum kann vera harðfør, trygg og munagóð. Íkastið hjá Fiskaaling var post-doc verkætlanin Salmon and the Surf, sum í samstarvi við RAO, Setrið og Hiddenfjord kannaði, hvussu alilaksur ber seg at og trívist í streymi og aldu.
 
Niðurstøðan var, at laksurin er meira ávirkaður av streymi enn av aldu, tó at hann bæði søkir niður frá alduni og inn frá nótini, tá aldan er høg. Í streymi legst laksurin fyri tað mesta at andøva ímóti streyminum, har hann hevur ymisk onnur atferðarmynstur, enn tá ongin streymur, og ongin alda er.
 
Fiskaaling hevur í nógv ár eisini kannað streym og alduviðurskiftini á føroysku firðunum, og í løtuni er ein PhD verkætlan, ið kannar aldugjørt rák á Sandsvág í samstarvi við við Mowi Faroes og Setrið, i gongd.