Sjóeinglar eru gjøgnumskygdir sjósniglar

Lúka 24: Visti tú, at sjóeinglar finnast í føroysku firðunum?

Í lúku 24 kanst tú hitta eitt av teimum 80 djórasløgunum, Fiskaaling eyðmerkti í einum sjógvsýni fyrr í ár. Tá vit gjørdu eDNA kanningar av sjógvsýnum, funnu vit DNA-slóðir av sjóeinglum.
 
Sjóeinglar eru gjøgnumskygdir sjósniglar, ið hava veingir, sum teir nýta til at svimja við. Teir eru sera smáir. Tað størsta slagið er um 1-2 cm til longdar.
 
 
Her kanst tú síggja sjónbandaupptøku av teimum: 

Við lúku 24 enda vit jólakalendaran á hesum sinni. Vit á Fiskaaling ynskja øllum eini gleðilig jól.
Sjóeinglar eru eisini í føroysku firðunum.