FarCoast er ein 3D simulering av rákinum á landgrunninum

Lúka 19: Hevur tú hoyrt um FarCoast?

Fiskaaling hevur ein myndil, sum eitur FarCoast. Navnið kemur av "far away coast" ella "Faroe Islands coast". Myndilin er gjørdur í tøttum samstarvi við havstovuna í Norra, ið hava ein myndil sum eitur Norkyst (Norge Kyst).

FarCoast er ein trídimensionell (3D) simulering av rákinum á landgrunninum, inn í millum sund og firðir í Føroyum.

Við hesum kunnu vit simulera streymferðir og rák, men eisini hitan og salt í sjónum.

Tað er millum annað frá FarCoast og við mátingum, vit hava lært, at Sundalagið er eitt fjarða-kent sund.

Les meira um granskingina: 

Vísindagrein í Ocean Science: A tidally driven fjord-like strait close to an amphidromic region

FarCoast


Myndin (gif) er ein simulering gjørd við FarCoast og 160 m upploysing.