Um heystið er ofta sterkt rák millum firðirnar og opið hav. Um hálvan oktobur í ár kundi mann næstan síggja mun á tjúktini av sjónum við berum eygum.

Lúka 12: Visti tú, at sjógvur á firðunum hevur vetrar- og summarstøðu?

Sjógvurin á føroyskum firðum er lagdeildur tað mesta av árinum. Hetta kanna vit við einum CTD-tóli á okkara granskingarfari Andriasi Reinert. CTD-tólið mátar millum annað hita, saltinnihald, súrevnisinnihald, tættleika og flúrglógvan í sjónum.

 

Tí vita vit, at um summarið er lagdeilingin stýrd av hitanum. Hettar merkir, at heitur og saltur sjógvur liggur omaná kalda og feska sjógvinum.

 

Tað mesta av árinum er vetrarstøða. Tá er tað saltinnihaldið, sum stýrir lagdeilingini. Hettar merkir, at feskur og kaldur sjógvur liggur omaná søltum og heitum sjógvi.

 

Tá skiftið er um heystið, siga vit, at man merkir heystið í vatnsúluni. Tá er ofta sterkt rák millum firðirnar og opið hav. Eitt nú kundi mann um hálvan oktobur í ár næstan síggja mun á tjúktini av sjónum við berum eygum.

Summarstøða, CTD máting frá Kaldbaksfirði: heitur sjógvur liggur omaná køldum sjógvi.

 

Vetrarstøða, CTD máting frá Kaldbaksfirði: Kaldur sjógvur liggur omaná heitum sjógvi.