Tá ið kvennlaksalúsin er kynsbúgvin og gitin, fer hon undir at framleiða egg. Í síni livitíð kann kvennlúsin í minsta lagi framleiða 11 pør av eggjastreingjum ið hanga afturúr henni fram til kleking.
Tá ið tveir bachelornæmingar, Morten Svinding Pedersen og Ólavur av Fløtum Mittún, frá Universitetinum í Keypmannahavn fyrr í ár kannaðu eggframleiðsluna hjá laksalús í Føroyum í samstarv við Fiskaaling og vinnuna, funnu teir, at hvør strongur hevði millum 300 og 350 egg. Hetta merkir, at hvørt parið av eggjastreingjum inniheldur 600 til 700 egg, og at ein kvennlaksalús tí kann framleiða í minsta lagi 6600 egg um hon fær frið.
Á myndini sæst ein kvennlaksalús við eggjastreingjum ið eru byrjaðar at klekjast.
Mynd: Kirstin Eliasen
Morten Svinding Pedersen og Ólavur av Fløtum Mittún