Tórður Mikkelsen, sum hevur útvarpssendingina “Við Tórði á túri”, var og vitjaði okkum á Fiskaaling í mai. Hann hevði fleiri áhugaverdar samrøður við granskarar og onnur starvsfólk á Fiskaaling. Afturat vitjanini á høvuðssætinum við Áir, var hann úti við starvsfólkum til lúsateljing og við granskingarfarinum hjá Fiskaaling, Andrias Reinert.
Tey, sum Tórður tosaði við frá Fiskaaling, vóru: Gunnvør á Norði, Jógvan F. Hansen, Sandra Ljósá Østerø, Jóhanna Lava Køtlum, Tróndur J. Kragesteen, Kirstin Eliasen, Edvard í Skorðini Joensen og Heðin Abrahamsen.