Innanhýsis kunningardagur á Firum 2. mai 2025

Fríggjadagin 2.mai var innanhýsis kunnigardagur á Firum. Tað var Sissal Vágsheyg Erenbjerg, sum skipaði fyri.

Hon legði fyri við at tosa um Macroalgae í samband við verkætlanina BlueCea. Tað snúði seg um, at stórtari slítist leysur, flýtur og ferðast við ráki og aldu, áðrenn hann missir flótieginleikarnar og tískil søkkur og endar á botni. Um hann ikki fer í upploysn, kann tari draga CO2 úr luftini og binda tað á botni.

Í hesum sambandi er eisini gjørd modellering á einum firði, Sermilik, í Grønlandi. Um tarin ikki søkkur inni á firðinum, verður hann við rákinum førdur runt í vatnskorpuni rættiliga langt burtur, til hann endar á landi ella søkkur.

Sissal hevur eisini arbeitt við veðurlagsávísi nummar 47. Tað eru fleiri enn 100 veðurlagsávísi, sum ST hevur tilnevnt. Í stuttum snýr nummar 47 um hækkandi sjóvarmála. Seinastu 30 árini er sjóvarmálin hækkaður í miðal 3,3mm um árið fyri føroyska økið. Í Føroyum eru eisini havmyndladátur frá FarCoast myndlinum 25 ár  aftur í tíðina, og her er sjóvarmálin hækkaður í miðal 2,9 mm um árið hetta tíðarskeiðið. 

Ása Jacobsen legði fram um eina undanverkætlan um lív- og vistfrøðina í taraskóginum, sum varð gjørd í samstarvi við Havstovuna og Spf. Tari. Okkara íkast var at taka sjógvsýnir til kanningar av eDNA, altso arvastreingir av tí, sum livir í taraskóginum. Úrslitini frá hesi undanverkætlan eru sera áhugaverd, so arbeitt verður við at halda áfram við gransking innan hetta økið.

Ása legði eisini fram um verkætlanina “BioStandard”, sum hevði til endamáls at standardisera fyrsta stigið í umhvørvis DNA (eDNA) plantuætis kanningunum, nevnliga sýnistøkuna. Frágreiðing um arbeiðið og fyribils úrslitini kunnu síggjast í TemaNord frágreiðingini, sum varð givin út fyrr í ár. Frágreiðingin eitur: “Reliable environmental DNA detection of planktonic biodiversity: Minimum sample volume for DNA metabarcoding”.

At enda greiddi Birgitta Andreasen frá, hvussu hon ger royndir av havbotninum undir einum alibrúki. Tað er ein verkætlan, sum kallast ADepoPlan, ið setir spurningin: ”Hvar endar lorturin?”.

Samanumtikið ein spennandi framløgudagur.

Framløgudagurin vað hilfin í kantinuni á Firum við áir.
(Mynd: Michael Shemesh, Firum)

Sissal Vágsheyg Erenbjerg, sum skipaði fyri. Hon legði fyri við at tosa um Macroalgae í samband við verkætlanina BlueCea.
(Mynd: Michael Shemesh, Firum)

Ása Jacobsen legði fram um eina undanverkætlan um lív- og vistfrøðina í taraskóginum, sum varð gjørd í samstarvi við Havstovuna og Spf. Tari.
(Mynd: Michael Shemesh, Firum)

Birgitta Andreasen greiddi frá um, hvussu hon ger royndir av havbotninum undir einum alibrúki, í samband við verkætlanina ADepoPlan.
(Mynd: Michael Shemesh, Firum)