Sum dagarnir leingjast, og tað gerst heitari, byrja hvalspýggjur at blóma - og tað byrjar alt her.
Undir sjóneykuni sært tú plantuæti, smá krabbadjór (kopepodar), gjarlarvur og eina Obelia hvalspýggj (1 mm í tvørmáti), sum dregur sín kropp saman, meðan hon ferðast gjøgnum vatnið. Kopepodar eru týdningarmikil føði hjá hvalspýggju, tá tær fara frá at vera polyppur til at vera medusur... og so hvørt sum kopepodarnir økjast í tali, so fjølgast hvalspýggjurnar eisini!
Hetta sýnið varð savnað sum partur av Kaldbaks-tíðarrøðini hjá Firum, sum millum annað hevur til endamáls at eygleiða, hvussu sambond í føðiketuni broytast við árstíðunum. Eygleiðing av hvalspýggjum er partur av GLObecc, sum er ein altjóða verkætlan, hvørs endamálið er at kanna, hvørjar hvalspýggjur liva í føroyskum sjógvi, hvat tær merkja fyri eina sunna føroyska vistskipan, og um tær eru ein váði fyri laksaaling.
Lat okkum frætta frá tær, um tú sært áhugaverdar hvalspýggjur ella eina uppblóming, nú sjógvurin kviknar við ígjøgnum summarið.
Myndir (við dagfesting og staðseting) kunnu leggjast út á Facebook síðuna hjá GLObecc ella sendast við messenger fyri at luttaka í lutakasti um eina feltsjóneyku (lutakast í septembur 2025).
Sí video á Facebook síðuni hjá GLObecc her
Plantuæti, smá krabbadjór (kopepodar), gjarlarvur og ein Obelia hvalspýggj.
(Mynd: Amanda Vang, Firum)