Hanus Kruse, kanningarfólk á Firum, greiddi frá, hvussu ein arbeiðsdagur hjá kanningarfólkunum fer fram. (Mynd: Dan Lamhauge, Firum.)

Fiskaheilsudeildin hevði innanhýsis kunningardag um lúsateljing

Herfyri var innanhýsis kunningardagur á Firum. Hesaferð var tað deildin Fiskaheilsa, sum skipaði fyri. Hanus Kruse, kanningarfólk á Firum, greiddi frá, hvussu ein arbeiðsdagur hjá kanningarfólkunum fer fram.

Í minsta lagi 14. hvønn dag verða 20 fiskar úr hvørjum einasta aliringi í Føroyum kannaðir fyri lús og táknubroytingar. Tað eru krøv, sum mynduleikarnir hava sett, og sum Firum fremur.

Hvønn morgun um átta tíðina møtir kanningarfólkið á eini landstøð, har tað skrivar seg inn og vaskar hendur. Við sær hevur tað tasku við pappírum, blýantum, glúpi, longum handskum og húgvu.

Alararnir taka sera væl ímóti kanningarfólkunum, og oftast byrjar dagurin við einum kaffimunni, áðrenn farið verður í arbeiðsklæðini, sum alistøðirnar veita og siglt verður út til aliringarnar.

Alibáturin er tá riggaður til við teljikari og hovi ella kastinót og glúpi. Og so er týdningarmikið at hava fóður og doyving við eisini.

Úti á aliringunum fanga alararnir 20 fiskar. Tað er ymiskt, hvørji reiðskap verða brúkt fyri at fáa hendur á fiskunum. Er fiskurin smáur, verður glúpur ella fella brúkt. Fellurnar verða settar út dagin fyri. Er talan um størri fisk, brúka alararnir heldur kastinót ella hov.

Fiskurin verður doyvdur í doyvingarkarinum, áðrenn kanningarfólkini fara undir at kanna fiskin fyri lús og táknubroytingar. Tá kanningarfólkið hevur kannað fiskin og skrivað niður, verður fiskurin fluttur í viðrakningarkarið. Eftir eini løtu verður hann sleptur út aftur í ringin gjøgnum eina slisku. So verður farið til næsta ringin, og sama kanning verður gjørd einaferð afturat. Soleiðis verður hildið fram, til allir ringarnir eru taldir. Tá fer kanningarfólkið aftur til Áir, har Firum heldur til, at føra tølini inn í eina aliskipan og senda tey til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og til alifyritøkuna.

Allar skrásetingarnar verða goymdar í eini telduskipan, og tí hava vit í Føroyum sera nógvar dátur liggjandi um lús.

Næsta dagin fer kanningarfólkið til eitt annað alibrúk, og nýggj kanning av lúsastøðuni verður framd.

Sum árini eru gingin, eru fleiri og fleiri kanningar framdar hvørt árið. Fyrstu ferð, at talið av kanningum fór upp um 600, var í 2023, tá kanningafólkini á Firum framdu 630 kanningar.

Nú 2024 er gjørt upp, er greitt, at ongantíð áður eru so nógvar kanningar framdar sum í fjør. Við 679 teljingum er 2024 tað árið, har greitt flestar kanningar eru framdar.

Hanus Kruse, kanningarfólk á Firum, greiddi frá, hvussu ein arbeiðsdagur hjá kanningarfólkunum fer fram.
(Mynd: Dan Lamhauge, Firum.)

Hovur
(Mynd: Hanus Kruse, Firum.)

Doyvingarkar
(Mynd: Hanus Kruse, Firum.)

Miðvágur
(Mynd: Hanus Kruse, Firum.)

Lambavík
(Mynd: Dan Lamhauge, Firum.)