Granskingarfarið hjá Fiskaaling, Andrias Reinert, á Kaldbaksfirði

Fiskaaling rit: Rák og útskifting á Kaldbaksfirði

Nýtt Fiskaaling rit um rák og útskifting á Kaldbaksfirði.

Í sambandi við at Kaldbaksfjørður eftir ætlan skal bjóðast út til kræklingaalifjørð, heitti Heilsufrøðiliga starvsstovan á Fiskaaling um at hjálpa við at gera undankanningar á fjørðinum. Kanningar vóru gjørdar fyri at lýsa ávirkanina av vindi, avfalli og sjóvarfalli á rák og útskifting á Kaldbaksfirði. Endamálið var at nýta hetta til at meta um tynning og útskifting av møguligari mikrobiologiskari dálking á fjørðinum, og síðani at eymerkja eitt øki, har ið yvirvøkan hægst sannlíkt kann eyðmerkja mikrobiologiska dálking.

Í tíðarskeiðinum mars 2021 til mars 2022 gjørdi Fiskaaling m.a. 36 túrar við báti fyri at kanna hita, salt, gróður, tøðsølt og algusamanseting, 4 staðsettar streymmátingar og eina streymmáting frá báti. Umframt hetta, umfataði arbeiðið útgreinan av avrenning til Kaldbaksfjørð og útrokningar og modelleringar av útskiftingini á Kaldbaksfirði.

 

Úrslit

Úrslitini vístu, at sjógvurin innígjøgnum fjørðin var sera einsháttaður. Eisini var lítil munur á sjónum beint uttanfyri gáttina, og innanfyri gáttina. Útskiftingin av sjónum í Kaldbaksfirði er fyrst og fremst drivin av einum estuarinum ráki, har ið tað er frárenningin av feskvatni, ið drívur rákið. Feskvatnið blandast við sjónum í einum ovara lagi sum rennur út av fjørðinum og sjógvur uttanífrá verður sogin inn í einum niðara lagi. Áleið hálvan mai byrjaði ein trýlags lagdeiling á fjørðinum har botnlagið gjørdist avlæst. Um summarið var útskiftingin minni enn um veturin, og tí vil mikrobiel dálking vera longri á fjørðinum um summarið, enn um veturin. Tó bendu mikrobiellar kanningum á, at størsta dálkingarkelda var avrenning frá landi við avfalli, heldur enn frá kloakkleiðingum. Tað estuarina rákið ger, at tá nógv avfall er, er útskiftingin eisini skjótari. Um stórt áarføri er um summarið, við einum tíðarskeiði við turka aftaná, er vandi fyri, at dálkingin verður leingi á fjørðinum.

Øll frágreiðingin kann lesast her.

Sandra Ljósá Østerø er høvuðshøvundur, og viðhøvundar eru Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Tróndur Tummasarson Johannesen, Erna Lava Olsen og Gunnvør á Norði.



CTD-tólið verður koyrt á sjógv. CTDin mátar millum annað hita, saltinnihald, súrevnisinnihald, tættleika og flúrglógvan í sjónum.


Streymmátari verður settur út.