Leikluturin hjá Heidi og Firum var at innsavna og avmynda 773 hjørtu frá øllum trimum føroysku alifeløgunum og at verða við at greina data frá kanningunum. (Mynd: Tróndur Dalsgarð)

Firum við í slóðbrótandi verkætlan

Firum hevur luttikið í stórari granskingarverkætlan, sum fer at gera tað skjótari og nemmari at meta um hjartaheilsuna á alilaksi. Úrslitini frá verkætlanini eru nú útgivin í altjóða tíðarriti.

> Greinin kann lesast HER

Heidi S. Mortensen, lívfrøðingur og PhD lesandi, luttók vegna Firum í granskingarverkætlanini saman við einum toymi av granskarum úr Noregi og Svøríki. Leikluturin hjá Heidi og Firum var at innsavna og avmynda 773 hjørtu frá øllum trimum føroysku alifeløgunum og at verða við at greina data frá kanningunum.

Longu í 2003 varð staðfest í norskari kanning, at hjørtu á alilaksi viku frá hjørtum á villum laksi. Hjørtuni hjá villum laksi eru meiri avlong og tríkantað, meðan hjørtu hjá aldum laksi eru styttri og meiri avrundað. Kanningar hava víst, at avvíkjandi hjørtu føra við sær, at hjartað ikki virkar optimalt, og er fiskurin tí meiri viðbrekin í mun til strongjandi handfaring so sum avlúsing.

Kanningar hava eisini víst, at tað eru serliga ávís avvíkjandi skapaði hjørtu, sum eru sett í samband við økt felli vegna strongjandi handfaring. Hjartaskapið á alilaksi kann tí siga nógv um “robustheitina” hjá laksinum, og tí kunnu kanningar av útsjóndini á hjørtum hjá laksinum nýtast ítøkiliga til at meta um, hvussu robustur alilaksur er, eitt nú tá teir skulu avlúsast.

Kanningar av útsjóndini av hjørtunum hevur vanliga verið gjørd manuelt. Henda mannagongd er sera tíðarkrevjandi og kann eisini verða undirløgd subjektiviteti, sum førir við sær, at mátingarnar ikki altíð eru heilt rættar. Tí var endamálið við hesi verkætlan at menna eina mannagongd, sum er standardiserað og kann gerast automatisk og harvið bæði skjótari og neyvari.

Hesin háttur at máta laksahjørtu er nýggjur og tískil slóðbrótandi. Hátturin at kanna laksahjørtu kann hava ítøkiligan týdning at skilja og minka um hjartafeilir og samstundis økja um laksaheilsuna.

Myndirnar niðanfyri vísa munin, tá mátingar av hjørtunum verða gjørdar manuelt (reyðar strikur), og tá tær eru gjørdar standariserað, talgilt og automatisk (grønar strikur). Her sæst, at tá menniskju gera mátingarnar manuelt, passa tær ikki altíð.

 

Til tess betur at kunna nýta og kenna nýggju talgildu metoduna varð gjørd ein samanbering av norskum og føroyskum alilaksi. Hetta var ikki aðalendamálið við verkætlanini, men kortini eru úrslitini sera áhugaverd. Tey  vísa, at kannaðu hjørtuni á norskum alilaksi víkja meiri frá hjørtum hjá villum laksi, meðan munurin millum villan laks og kannaðu hjørtuni á føroyskum alilaksi ikki er eins stórur. Við øðrum orðum, so eru kannaðu hjørtuni á aldum føroyskum laksi meiri lík teimum villu enn hjørtuni hjá norskum alilaksi.

Hvør orsøkin til hetta er, er ringt at meta um, men kanningar hava m.a. víst, at laksur, sum er aldur við einum hægri hita á smoltstøðini fyri at vaksa skjótari, fær meiri avvíkjandi hjørtu, og at fiskur, sum er meiri strongdur, eisini hevur meiri avvíkjandi hjørtu.

Hesin nýggi kanningarhátturin, sum er mentur av granskingartoyminum, fer væntandi at blíva brúktur nógv, tó er ov tíðliga enn at siga hvussu hetta verður skipað.

Verkætlanin er partur av eini størri granskingarverkætlan, sum kallast DigiHeart, ella Talgilt Hjarta, har eitt konsortium av granskarum arbeiðir saman um hjartaheilsu hjá alilaksi.

Í Talgilt Hjarta arbeiðsbólkinum arbeiða granskarar frá Firum saman við granskarum frá Norges Miljø- og Biovitenskapelige Universitet, Universitetinum í Oslo, Universitetinum í Göteborg, Sveriges lantbruksuniversitet og DNV í Norra. Harafturat hevur Rúni Dam frá Avrik luttikið.

Granskingargrunnurin Nordforsk fíggjaði verlætlanina Talgilt hjarta við 7.940.000 norskum krónum. Stuðulin varð veittur umvegis Norðurlendska granskingar- og nýskapanarprogrammið fyri burðardygga aling.

(Myndir: Tróndur Dalsgarð)